Skip to main content

Norðagøta: BERGUR AFTUR Í SARPUGERÐI

Bergur Gregersen hevur skrivað sáttmála við Víking árið út.

27 ára gamli Norðragøtumaðurin flutti av landinum aftaná seinasta kappingarár, men er nú heima aftur, og tí er tað við gleði at vit kunnu kunngera, at Bergur er aftur í ljósabláu troyggjuni

Vinstrabeinti leikarin hevur leikt 65 dystir fyri Víking í Betri deildini, so talan er um ein leikara við royndum, sum nú verður lagdur afturat hópinum.