Skip to main content

Nes kommuna ynskir Ternuni, gentur 14B, hjartaliga tillukku!

Nes kommuna ynskir Ternuni, gentur 14B, hjartaliga tillukku!

in.fo skrivar:

Ternan vann steypafinaluna fyri gentir 14B í dysti ímóti B71.

1. sett var sera javnt og langt, men at enda vann Ternan 30-28.

Í 2. settið var B71 sum hamskift og gjørdi stutt av og vann settið heili 25-12.

Síðani mátti javnbrótari til, sum Ternan vann 15-10 og hartil eisini steypaheiðurin.

Dagsins leikari hjá Ternuni bleiv Jonna á Regni Højgaard og dagsins leikari hjá B71 bleiv Elsi Blástein.