Skip to main content

Nes kommuna: Brimskaðin verður umvældur í næstum

Í vár vórðu umvælingar og dagføringar gjørdar á lendingina og økið á Neshamri.

Síðan eru fyrireikingar gjørdar til at seta upp  eitt el-spæl til smærri bátar. Eftir ætlan verðurarbeiðið gjørt í komandi viku.

Eisini er avtala gjørd við arbeiðstakara um at umvæla brimskaðan á lendingina, sum kom fyri nøkrum árum síðan. Í morgun vóru kavarar niðri og gjørdu fyrieikingararbeiðið til umvælingina, sum eftir ætlan verður gjørd fyrst í september.

Skrivar nes.fo