Skip to main content

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu

Eins og áður verur mentanarvikan sjónlig í allari kommununi og hon er í døgunum 24. apríl til 1. mai 2022. Rúm er framvegis fyri onkrum tiltaki afturat tí spennandi skránni, sum Mentanarvikan í Runavíkar kommunu aftur í ár fer at bjóða.


Eins og í Mentanarvikuni 2021 eru tiltøk har sjóneykan m.a. verður sett á skrivaða orðið og føroyska málið í síni heild. Skipað verður aftur fyri skrivikapping, ið Bókasavnið við Løkin fer at kunna um í næstum. Sum heild er talan um eina røð av størri og smærri tiltøkum, har kend listafólk og nýggir spírar seta sín dám á dagarnar. Løkshøll hevur eina góða skrá og Gula smiðjan verður eisini ein stórur partur í ár. Atgongumerki til konsertirnar í Løkshøll verða settar til sølu í næstum.  

Loksins ber til at skipa fyri tiltøkum uttan at koronatilmæli og avmarkingar eru høvuðsevnini og hetta gleðast fyrireikararnir av Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu um.  “Korona hevur veruliga givið okkum høvuðbrýggj, tí so nógvar avmarkingar krevja hópin av kreativum loysnum í allari tilgongdini”, siga fyrireikararnir, ið nú gleða seg at til at fara til verka.


Enn er rúm fyri onkrum tiltaki afturat. Áhugað kunnu venda sær til Visit Runavík á tlf. 417060 ella skriva [email protected]