Skip to main content

Runavík: Lív sett sum samskipari

Lív Reynheim er sett í starv sum samskipari á Visit Runavík.

Lív hevur fjølbroyttar royndir frá ymiskum verkætlanararbeiði, bæði sum verkætlanarleiðari og samskipari. Hon hevur eisini royndir sum skrivstovu – og miðlafólk.

Seinastu tíðina hevur Lív starvast á Føroya Fólkaháskúla.

Lív er 34 ára gomul og býr í Havn. Hon byrjar í starvinum 1. februar. 19 umsóknir vóru til starvið.

Vit bjóða Lív vælkomnari í toymið hjá Visit Runavík og ynskja henni blíðan byr í starvinum.