Skip to main content

Leirvíkingurin við tí sterka viljanum

Les um Hávard Vatnhamar, sum er eitt livandi dømi um, at tað við positivum hugburði og ágrýtni ber til at liva eitt gott lív, hóast leiðin mangan kann vera ógvuliga tung og grýtut. Hann kom í fjør aftur til Danmarkar úr Tokyo, umboðandi Føroyar, sum ein glaður og errin maður eftir sítt paralympiska elituavrik.

Hann fór til Tokyo at umboða Føroyar á Paralympisku Leikunum og varð nummar 10 av 12 rennarum. Tað tók Hávardi Vatnhamar tveir tímar 58 minuttir og 27 sekund at koma á mál, tá ið hann rann maraton í Tokyo tann 5. september. Hávard Vatnhamar var einasta umboð úr Føroyum á leikunum í Tokyo

Orð: Sonne Smith
Mynd: Sport24

Tann 45 ára gamli leirvíkingurin fór 14 ára gamal til Danmarkar í 1990 saman við foreldrunum og fullførdi skúlagongdina har í 8., 9. og 10. flokki, og har býr hann enn.

Men so var Hávard fyri álvarsligari vanlukku. 1992 var hann dekkari á einum donskum snurriváðsbáti úr Thyborøn í Norðurvesturjútlandi, og í sjaskveðri tann 12. august hetta árið varð hann fastur í spælinum, har ein veirur legðist um armin og hálsin. Hann misti ongan likamslut í fyrstu atløgu, men hann varð flogin inn á sjúkrahús í Aalborg. Høgri armur var lamin, og Hávard, ið var høgrahandaður, fekk at vita frá læknunum, at teir vórðu noyddir at taka armin niðanfyri albogan. Hann hevur handprotesu, men tað, sum eftir er av arminum, er so vánaligt, at hann fær ikki brúkt hann. Hann fær bara brúkt protesuna av og á, tí hann fær ilt av henni. Hávard var plágaður av fantompínu heilt til 1999. Tá varð hann skurðviðgjørdur í herðablaðnum, har sum armurin hekk í.

 

Eftirskúlalærari

Í dag arbeiðir Hávard flekstíð sum eftirskúlalærari í Finderup í Norðurvesturjútlandi hjá ungum, mest fólki við autistmu, millum 14 og 18 ár.

Hendan greini stendur á heimasíðuni MEGD.fo 

les restina av greinini HER Dreymurin hjá Hávardi gekk út (megd.fo)