Skip to main content

Leirvík: Katrin Hansen nýggjur deildarleiðari

Katrin Hansen er sett sum deildarleiðari fyri Heimatænastuna og terapeutiska virksemið í Nánd. 

Katrin er 46 ár, ættað úr og búsitandi í Norðragøtu. Hon er gift við Bergur og tey eiga 3 børn. Katrin byrjaði sína yrkisleið innan røkt av eldri sum 19 ára gomul. Hon hevur støðugt ment sína vitan og fakliga førleika. Hon hevur starvast í fleiri ár sum heimasjúkrarøktarfrøðingur í Nánd og hevur seinastu árini starvast sum deildarleiðari í Heimið við Vágna í Klaksvík.

Hon tekur við starvinum 1. mai 2022. Vit bjóða Katrini vælkomna í toymið hjá Nánd.