Skip to main content

Leirvík: Hitaskipan í Leirvík handað mikudagin 12. apríl

Mikudagin 12. apríl kl. 13-15 verður almenn handan av hitaskipanini við skúlan í Leirvík.

Talan er um grøna intelligenta upphitingarskipan, ið skal geva hita til skúlan og eldrasambýlið Giljagarð í Leirvík.

Skipanin kemur at hava framkomna tøkni, sum lagar nýtsluna eftir, nær framleiðslan er mest grøn. Royndirnar frá verkætlanini verða virðismiklar í útbyggingini av framtíðar el- og upphitingarskipanum.

Hitaskipanin verður í mestan mun rikin við grønari elorku. Umframt jarðhitapumpu, fleiri 400 metra djúp borihol og fjarhitaleiðing er eisini ein stórur vatntangi partur av hitaskipanini, har hitaorka skal goymast. Hitaskipanin skal hita skúlan og eldra¬sambýlið í Leirvík, sum annars hava brúkt oljufýr og 70.000 litrar av olju um árið.

Arbeiðið byrjaði mitt í 2021 og er nú komið á mál.