Skip to main content

Leirvík: Fyrsta leirdúgvuskjótingin í ár var í dag á breytini hjá Eysturskoti í Leirvik

Fyrsta leirdúgvuskjótingin í ár var í dag á breytini hjá Eysturskoti í Leirvik.

Pláss var fyri 12 skjúttum sum bleiv sett sum hægsta mark, og tá tilmeldingin fór alment út gekk ikki lang tíð til øll plássini vóru tikin, og fleiri skjúttar blivu settir á bíðilista.

Kappingin gekk ómetaliga væl, sum altíð hjá Eysturskot.

Kappingin var skipa sum ein ”skjót út” kapping, har teir skjúttarnir blivu soldaðir frá sum raktu fægst dúgvur í hvørjum umfari. Spenningurin var stórur ímillum skjúttarnar, tí kappingin gjørdist ógvuliga jøvn ímillum skjúttarnar hjá Eysturskoti, sum eru ótrúliga sterkir í Trap skjóting.

Tann mest vinnandi trapskjúttin í Føroyum, Alex Johannesen, vann kappingina beint frammanfyri Høgna G Jósleivsson.

Talan var um kapping sum var upphiting til skjótiárið 2022.

Eysturskot byrjaði at skjóta á síni breyt í mars 2021, og tilgongdin hevur verið sera góð, og hava teir fleiri skjúttar sum verður áhugaverdir at fylgja í 2022.

Í apríl mánað fara skjúttar úr Eysturskoti til Danmarkar á venjingarlegu fyri at styrkja seg enn meira innan leirdúgvuskjóting.

Eysturskot fer eisini sum tað fyrsta felagið í Føroyum at bjóða Nordisk Trap sum ein møguleika til skjúttar.

Nordisk Trap er ein sera stór ítróttargrein í norðanlondum, og hevur Eysturskot eisini fingið fleiri fyrispurningar frá útlendingum um kappingar og bústað í nakrar dagar í Leirvík, og tað eru tey spent uppá, frættist úr Leirvík.