Skip to main content

Leirvík: - Ein sólskinssøga! Rusiska Elizaveta Volynetc prógv sum heilsuhjálpari

Ein sólskinssøga!

Tórsdagin 18/11 í 2021 fekk 18 ára gamla Elizaveta Volynetc prógv sum heilsuhjálpari á Heilsuskúla Føroya. Liza, sum vit kenna hana á Heilsuskúlanum, er ættað úr Russlandi og býr nú í Leirvík. Liza hevur bert búð í Føroyum í 7 ár, men við einum stórum arbeiðsinnsatsi hevur hon megnað bæði at læra seg føroyskt og danskt hesi árini, sum krevst fyri at taka útbúgving í Føroyum, tí nógv undirvísingartilfar er á donskum.

Tað var ein stórur dagur fyri Lizu, tá hon fekk prógv á Heilsuskúlanum og vit gleddust øll saman við henni.

Liza ætlar at útbúgva seg víðari og hevur søkt til heilsurøktara.

Tað skrivar Heilsuskúli Føroya, yrkis- og miðnámsútbúgving