Skip to main content

Leirvík: Av Húsabrúgv til Føgrulíðar

 Spennandi tiltak á Kvinnudegnum 2022

Tiltakið er í Lista- og Bátasavninum í Leirvík týskvøldið 08/03 kl. 19:30.

Av Húsabrúgv til Føgrulíðar. Sanna hjá bøkjaranum (1876-1978)

Sanna av Skarði var matmóðir og lærarinna á Háskúlanum í 45 ár, fyrst í Føgrulíð og síðani í Hornabø í Havn. 

Turið Sigurðardóttir fer at hugleiða um lívið hjá Sannu, hennara bakgrund og ta broytingartíð, sum var hennara æviskeið.

Í Lista- og Bátasavninum í Leirvík týskvøldið 08/03 kl. 19:30.