Skip to main content

Lat nú høvdið, tvs. skilið, ráða, og ikki kenslurnar

Eg segði, á-jú, set meg bara á listan, kanska uttan veruliga at hugsa um álvarann í avgerðini.

Áðrenn stórar avgerðir skulu takast, hava flestu fólk hugsað: “Skal, skal ikki”? Tey seta fyrimunir og vansar upp móti hvørjum øðrum fyri at fáa so skilagóða avgerð sum gjørligt. Gamalt er óivað eisini at siga, at lat nú høvdið, tvs. skilið, ráða, og ikki kenslurnar.
Alt hetta hevur nú 91 ára gamla Kate Hansen á Toftum verið ígjøgnum. Hon stóð fyri tí vali, at verða verandi í húsinum, hon hevði búð í í 63 ár, ella at selja tey og flyta í íbúð á 79 fermetrar. Hon valdi íbúðina og angrar tað onga løtu.

Tað er sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen sum hevur gjørt samrøðuna og eigur myndina.

-Tá prátið um at byggja íbúðir á Toftum byrjaði fyri árum síðani, fóru børnini at tosa við meg, um  tað ikki var eitt hugskot, at eg skrivaði meg upp á listan til íbúð, sigur Kate.

-Eg segði, á-jú, set meg bara á listan, kanska uttan veruliga at hugsa um álvarann í avgerðini. Tíðin gekk, og íbúðirnar fóru í gerð. Eg stóð á listanum, men frætti, at tað vóru fleiri hundrað á listanum, so tað varð neyvan til nakað, sigur hon.

 

-So varð ein blokkur við átta lutaíbúðum bygdur afturat, og til tær høvdu fólk í Nes kommunu fyrsta rættin. Fleiri vóru á listanum, og tí varð lutakast, sigur Kate.

-Eg hevði sett sum krav, at skuldi eg flyta í íbúð, so skuldi eg  vera.....................LES ALLA GREININA HER https://trubodin.fo/angri-tad-onga-lotu/