Skip to main content

Lamba: Býráðsfundur í Lamba

Almennur býráðsfundur verður í skúlanum í Lamba seinrapartin í dag kl. 17.

Á skránni eru 11 mál. Tey snúgva seg um jarðarkeyp, sundurbýti av matriklum, víðkan av aliloyvi til smoltstøðina á Glyvradali, bygging av tvíhúsum, góðkenning av roknskapinum hjá Kongshavnar havnastýri fyri 2021, ítróttarstuðulin 2022, keyp av nýggjum graslíki til fótbóltsvøllin við Løkina í Runavík og til gamla hondbóltsvøllin omanfyri Glyvra skúla, útibarnagarð, broyting av býarplani ogumsókn frá Gist & Vist um at lata upp matstovuna Etika á Høgabóli.