Skip to main content

Funningur: Kirkjan í Funningi fyllir 175 ár, og hetta varð hátíðarhildið við manér í dag

Kirkjan í Funningi fyllir 175 ár, og hetta varð hátíðarhildið við manér í dag - í kirkjuni og eftir guðstænastuna í skúlanum.

Tað skrivar Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri ú Runavíkar kommunu á sínum facebook-vanga.

Tað man vera ein góð vika síðan Sámal ringdi og spurdi, um kommunan kundi seta flaggstengur upp og koma norður við einum sópara til høvið, tað kom sjálvandi ikki at standa á, og samstundis bjóðaði hann borgarstjóranum norður til guðstænastu og borðhald í skúlanum. Sámal varð í heilaga kastalinum heiðraður fyri at hava tænt kirkjuni síðan 1966, tað ger hann enn - og hendan heiðurin og løtuna hevði hann so søttliga uppiborið. Hjartaliga til lukku Sámal í Hoygarðinum.

Í skúlanum fluttu Elsa Funding, Emil Olsen, Jógvan Fríðriksson og Sámal sjálvur fram røðu.

Hevði ikki ætlað mær at sagt nakað við høvið, tí hóast Funningur er mær ein kærur partur av kommununi, so liggur hon undir Eiðis prestagjaldi. Eftir at onkur hevði róð framundir, lýtt mær í oyra, at borgarstjórin kortini átti at sagt okkurt, lat eg meg yvirtala og heilsaði kirkjuni, Sámali og bygdini. Um nakað skil var í, fái eg ikki mett um, men sum tit síggja á einari av myndunum, var handritið lítið at reypa av, skrivað á ein evarska lítlan lepa við borðsálmunum.

Hjartaliga til lukku við kirkjuni og Sámali.

Nógv fleiri myndir eru at siggja á vanganum hjá Tobba.