Skip to main content

Kambsdalur: Kostnaðurin fyri grundøkið her er kr. 200.000 kr.

Kommunan arbeiðir við eini heildarætlan fyri Fuglafjarðar kommunu um býarplanlegging. Økini, ið arbeitt verða við, eru Fuglafjørður, Kambsdalur og Hellurnar.

Í hesum sambandi, verður leypandi kunning løgd út á heimasíðuna um tøk grundøkir, í hesum førinum til sethús á Kambsdali. Víst verður til www.fuglafjordur.fo við slóðini Borgari/Bygging/Heildarætlan.

Hesi grundøkir eru planeraði íroknað tekniskar leiðingar so sum vatn-, kloakk-, el- og telefonleiðingar. Felags reinsiverk er á Kambsdali. Arbeit verður við at víkka útstykkingina. Kostnaðurin fyri grundøkið er kr. 200.000,-.

 Mynd:David Ingjaldsson