Skip to main content

Kambsdalur: Grønlendski landsstýrismaðurin, Peter P. Olsen, við fylgi Miðnám á Kambsdali.

Fríggjadagin, hin 5. august, vitjaði grønlendski landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum, Peter P. Olsen, við fylgi Miðnám á Kambsdali.

Tað var ein fragd og ein hátíðarløta at hitta og samskifta við Peter P. Olsen og hini vitjandi og kunna greiða frá útbúgvingum skúlans, samstørvum og virksemi annars.

Farið varð í kantinu skúlans til ábit, sum kokkurin hegnisliga hevði fyrireikað til høvið, og so var rundvísing á skúlanum eins og greitt varð frá útbyggingini, sum liggur beint fyri framman.

Síðani varð farið í skúlahøllina, har landstýrismaðurin umframt kunning um Miðnám á Kambsdali, gymnasialu breytirnar og serbreyt skúlans fekk holla frágreiðing um Norðuratlantiska Studentaflokkin, har bæði grønlendskir, føroyskir, danskir og íslendskir næmingar ganga í flokki saman í trý ár, á fýra skúlum í teimum fýra ymsu londunum. Hann fekk eisini høvi at hitta og samskifta við Angelu (FO),......................................Les alla greinina HER https://nordlysid.fo/tidindi/74582/forkunnug-gronlendsk-vitjan

 

Jóannes Næs Petersen tók myndina