Skip to main content

Kambsdalur: Føroyskt sum annaðmál-útbúgving á Kambsdali aftaná heystfrítíðina

Føroyskt sum annaðmál-útbúgving á Kambsdali aftaná heystfrítíðina

Undirvísingartilboð í føroyskum sum annaðmál fyri vaksnar tilflytarar í norðurøkinum í
Føroyum. Undirvísingin byrjar mánadagin 31. oktober 2022.

Tað er ein sannroynd, at tað í nógvum førum er tørvur á einum drúgvari undirvísingartilboði,
fyri at hjálpa tilflytara at ogna sær munagóðar førleikar í føroyskum máli, mentan og innlit í
samfelagslig viðurskifti.

Um nóg stór undirtøka verður fyri útbúgvingartilboðnum á Kambsdali, er ætlanin at byrja FSAundirvísing eftir heystfrítíðina. Undirvísingin verður staðsett á Miðnámi á Kambsdali/Klaksvík,
og øll áhugað hava møguleika at melda seg til. Ætlanin er at undirvísa fram til jóla og at taka
táttin uppaftur um mánaðarskiftið januar/februar 2023. Útbúgvingartilboðið er ætlað øllum
tilflytarum, sum hava møguleika fyri at fylgja undirvísing regluliga.

Undirvíst verður eftir námsætlanini Føroyskt sum annaðmál. Leinkja til námsætlanina sæst á: namsaetlanir.fo - Føroyskt sum annaðmál.

Tað er ókeypis at tekna seg til útbúgvingartilboðið. Næmingar skulu sjálvir rinda fyri undirvísingartilfar.

Er eru upplýsingar um hvussu ein kann tekna seg - https://www.sjovar.fo/news/4388/foroyskt-sum-annadmal-utbugving-a-kambsdali-aftana-heystfritidina/?NewsgroupIds=1