Skip to main content

Kambsdalur:

Í gjár var stjórin á JT eletric, Suni Justinussen, kosin til ársins leiðara hjá tí privata á Leiðaradegnum hjá Synergi.

Í dómsnevndini at velja Ársins leiðarar 2023 sótu Johnny í Grótinum, Fróðskaparsetur Føroya , Marjun Eystberg, Input og Niels Winther, Vinnuhúsið.

Samstundis kundi portal.fo vísa á at tað gongur gott hjá JT eletric.

Tá øll høvdu fingið sítt, lógu 17,9 mió.kr. eftir á botnlinjuni fyri árið 2022 hjá JT Electric.

Tað sum serliga sermerkir JT Electric er at sølan uttanfyri landoddarnar nú er 61 prosent.

Í 2022 hátíðarhelt JT Electric 50 ára dagin, síðani Jóannes Thomsen stovnaði fyritøkuna í 1972.

Felagið hevur ment seg almikið síðstu árini. Frá at verað ein lokal el-innleggjara fyritøka, er fyritøkan í dag ment og vaksin til eina føroysk fyritøka sum virkar í altjóða kapping, við menning av vørum, framleiðslu og sølu og tænastu til serliga útlendsku og føroysku alivinnuna umframt til fiskivinnuna.

Av vørum, sum JT Electric hevur ment síðstu árini kann nevnast trolkamera, ljósskipanir, fóðurskipanir og kameraskipanir til alivinnuna, umframt at felagið eisini byggir fóðurskip til alivinnuna í Póllandi.

JT Electric hevur í dag munandi virksemið ígjøgnum dótturfeløg bæði í Skotlandi og í Póllandi, og er líka so nógv ein altjóða fyritøka, sum í dag kappast við útlendskar veitarar á marknaðinum.

Rakstrarroknskapurin
Roknskapurin hjá JT Electric vísur, at bruttovinningurin vaks 5 mió.kr. ella 18,6% til 32,3 mió.kr. í 2022.

LES ALT HER https://portal.fo/dagur-74002/jt-electric-enn-einaferd-meturslit.grein