Skip to main content

Justinus Eidesgaard, Hellurnar: Minningarorð: Kemmi í Gøtu farin

Kemmi í Gøtu farin. 

Vit, sum vóru ung tíðliga í sjeytiárunum, og gingu í dans í Sjónleikarhúsinum í Fuglafirði, sluppu ikki undan at leggja merki til ein høgan, vakran og vælvaksnan ungling, sum sást uppum øll hini í dansinum. Hann dansaði saman við okkum øðrum til tónleik frá Absurdy Fair, ein góður og vælumtóktur tónleikabólkur við limum úr Leirvík og Fuglafirði. Tað var Kemmi, sum hann varð kallaður ella Klæmint Jacobsen, sum hann stóð skrivaður í dópsbrævinum ella navnabrævinum.

Og eg havi sent honum nógvar tankar, síðan eg hoyrdi deyðsboðini í útvarpinum. Hóast vit hava einki havt við hvønn annan at gera í vaksna lívinum, er fløtt at hugsa aftur á.

Eg sá upp til hann. Hevði vilja verið líka høgur, hevði vilja átt ein amerikanskan stóran bil, sum hann koyrdi í. Tað var nógv við honum, sum eg kundi hugsað mær. Hann var bombisterkur og tað skapti virðing kring hann. Og hann var vinarligur við okkum ungu oyndfirðingar, sum vóru farnir í dans. Og kanska hann eisini øvundaði onkrar av mínum eginleikum, eg veit ikki.

Eg minnist, at vit arbeiddu saman á Harenga. Her osaði alt av súrsaltaðari sild og kryddi saman við seruttroyki, sum stóð sum tám kring á stjóran Oddfríð Gregersen, arbeiðsformanninum Halgrimi Gregersen og frá Kemma onkra lagaliga løtu, tá íð hann koyrdi trukk.Tað var vorðið modernað millum teir,sum høvdu nakað uppá seg á Harenga at roykja serutt.Teir eru allir deyðir í dag og har Harrenga var sjálvt virkið í mínum ungu døgum, sær tú einans saltaða brosmu í dag, ongan vælangandi og appetitverkjandi anga sukri, eddiki, einki krydd til kryddsildina, sum varð blandað í eini vanligari blandimaskinu til betong.

Og hóast vit einki hava havt við hvønn annan at gera í mong harrans ár ella síðan unglingaárini, var vinarlagið, sum vit knýttu í ungdómsárum og sum fyri tað mesta var uttan orð, framvegis intakt. Vinarlagið, sum varð knýtt millum smartar og sveittandi fuglfirðingar undir senuni í Sjónleikarhúsinum í Fuglafirði, við sterkur ljósi í alskyns litum, vælklingandi tónleiki og anganum av vælsmurdum og eggjandi damun, deoderant og barberspritti, var framvegis intakt, tá íð vit onkuntíð møttust aftur seinni í lívinum og heilsaðu uttan orð.

Hetta var eitt vinarlag, har ein einans veit av hvørjum øðrum og tey eru eisini fjálg, eg eigi fleiri sovorðin.

Eg fari at ynskja tær eina góða ferð í ljósara heimin, Kemmi. Tú er bara fimm ár eldri enn eg, einans 68 ára gamal og tað er í mínum eygum ungt at fara higani. Men vit fara ikki eitt sekund áðrenn vit skulu, er mín sannføring. Tað er so vísuliga innrættað og spyr meg ikki hví.

Heilsan

Justinus Eidesgaard