Skip to main content

Jólakonsert við Silvitni í Bygdahúsinum á Strondum

Mánakvøldið 13. desember kl. 19.30 verður hugnalig jólakonsert við jólaligum 'a capella' kórtónum frá Silvitni. Konsertin verður í nýggja stásiliga hølinum í bygdahúsinum á Strondum.

Á skránni eru klassisk stykki, jólasangir og -sálmar og 'carols'.

Konsertin er ókeypis, men møguleiki verður at stuðla kórinum við einum oyra.

Eftir konsertina verður bjóðað til ein lítlan kaffimunn.