Skip to main content

Jóalaftanskvirra í Náttúrulundini

Nú tað ikki er jólagudstænasta jólaaftan og jóladag – skipar Kirkjan við Norðskála ístaðin fyri eini jólaaftanskvirru í Náttúrulundini – Streymoyarmegin.

Vit seta kyndlar fram við gøtunum og leggja eitt “orð” við hvønn kyndil. Á henda hátt hava vit møguleika at hoyra/lesa jólaboðskapin og samstundis fáa eina hugnaliga og friðaliga løtu í skýmingini

Vit tendra kyndlarnar kl. 15 og brenna teir til áleið kl. 17

Vinarliga Kirkjan við Norðskála