Skip to main content

Av Skála: Góð tíðindi at byrja nýggja árið við!

Báðir hava teir eitt ótal av dystum í beinunum, umframt landsliðsroyndir og royndir í evropeiskum kappingum. Jónhard er tveir dystir frá at runda 400 dystir í betri deildini, meðan Pætur hevur leikt gott 360 dystir í betri deildini.

Vit vilja við hesum ynskja øllum eitt gott og eydnuberandi 2021, og samstundis kunngera at Pætur Dam Jacobsen og Jónhard Frederiksberg verða partur av hópinum í 2021.

At hava royndirnar hjá hesum báðum veteranunum við okkum í komandi kapparárið, er gull vert fyri felagið og hópin.

Báðir hava teir eitt ótal av dystum í beinunum, umframt landsliðsroyndir og royndir í evropeiskum kappingum. Jónhard er tveir dystir frá at runda 400 dystir í betri deildini, meðan Pætur hevur leikt gott 360 dystir í betri deildini.

Umframt virknan leiklut sum leikarar, eru báðir virknir í felagnum á ymsan hátt, og vit fegnast um at hesir garparnir eru sinnaðir at taka eitt tak við felagnum aftur í komandi kappingarári