Skip to main content

Í Skálafirði: Fjarðarok 2022

Aftur í ár skipar Bygdafelag Skálfirðinga fyri "Fjarðarok".
Tiltakið verður hildið í døgunum 17. - 19. juni.
Fyrireikingar eru longu farnar í gongd, og millum annað vera fleiri bátapláss , eins og betri tíðarhóskandi kampingpláss gjørd.

Fjarðarok er spennandi barna- og familjutiltak, og á skránni verður ymisk bæði til børn, ung, og tilkomin.
Úrgrynni av fólkatónleiki verður at hoyra, og góður føroyskur eins og enskur dansur verður á skránni.
Tiltakið veður sum sagt 17.- 19. juni, og neyvari skrá verður lýst seinni.