Skip to main content

Sunda kommuna: Í morgun bjóðar Sunda kommuna aftur vinnuni til morgundrekka

Í dag týsmorgunin 24. januar kl. 09.00 bjóðar Sunda kommuna vinnuni í økinum til morgundrekka á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka.

Endmálið við fundinum er at styrkja samskiftið við lokala vinnulívið. Vit vilja millum annað fegin hoyra eitt sindur um hvørjar avbjóðingar, ætlanir og tankar tit ganga við, og samstundis eisini kunna um hvat kommunan arbeiðir við á vinnu- og umhvørvisøkinum.

Á skrá til hendan fundin er:

  • Ung í arbeiði 2023
  • Íløgur í 2023 
  • Brúgvin 50 ár

Hesin morgunfundurin, millum kommununa og vinnuna, er eitt afturvendandi tiltak, so tað framhaldandi verður virkað fyri menning og framburði í Sunda kommunu.

Vit vóna, at tú/tit hava hug og møguleika at luttaka til eitt óformelt og hugnaligt vinnuprát. Gott hevði verið um tú/tit boða frá á [email protected] í seinasta lagi fríggjdagin 20. januar kl. 12.

Fyri at fáa pláss fyri so nógvum vinnufeløgum sum gjørligt, hava vit avmarkað luttøkuna til í mesta lagi tvey fólk frá hvørjari fyritøku.