Skip to main content

Í kvøld snúði tað seg ikki um samstarv. Nú ráddi um at vinna.

 

Dagliga hava kommurnar sera gott samstarv. Men í kvøld snúði tað seg ikki um samstarv. Nú ráddi um at vinna.

Àrligi stevnudysturin millum Runavíkar- og Nes kommunu skuldi avgreiðast.

Sum siðvenja hevur verið seinastu árini, var Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, dómari. Hesa uppgávu kom hann sera væl frá. Treyðugt so, kanska var okkurt av teimum gulu kortunum heldur tunt. Men tað er ikki altíð so lætt at vera dómari, og dómarin má altíð leggja eina linju.

Fyrri hálvleikur var sera javnur í leiki, men hópurin hjá Tobba var effektivari. Hálvleikstøðan var 1-0 til Runavík.

Í seinna hálvleiki broytti Nes kommuna taktikk. Farið varð at spæla við longri sendingum og at hugsavna seg neyvari í verjuni. Hetta gav úrslit. Tá ið dómarin blásti dystin av, vísti máltalvan 1-3.

Rómurin var øgiligur, tá ið dómarin handaði liðskiparanum steypið. Í nátt sleppur steypið at standa í Hjøllum, áðrenn tað í morgin verður flutt á kommunuskrivstovuna.

Enn einaferð vilja vit í Nes kommunu takka Runavíkar kommunu fyri ein góðan dyst. Men vit mugu staðfesta, at hesin sigurin var søtur.

Góða Eystanstevnu!

skrivar Nes.fo