Skip to main content

Hugnalig løta við Toftavatn: Røðan hjá Torleif Johannesen

Á ársins longsta degi skipaðu grannakommunurnar fyri afturvendandi tiltakinum “Summarkvøld við Toftavatn”.

Steintór Rasmussen, Pætur við Keldu og Jóannes S. Hansen stóðu fyri sangi og tónleiki, meðan Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, helt røðu.

Góðu áhoyrarar!

Eg takki fyri heiðurin, mær er sýndur at siga nøkur orð hesa løtu við Toftavatn.
Hetta er eitt gott tiltakið og eitt frálíkt høvi at koma út í Guds fríðu náttúru, har vit kunnu hoyra egið hjartaslag og egnan andadrátt, saman við fuglaljóði, áartutli, dunnugvaggan, jarman frá seyði, práti og hugnað frá fólki, saman við mongum øðrum lívgevandi ljóði.

Latum okkum tí taka oyrnapropparnar út, seta fartelefonirnar á ljóðleyst, ella leggja tær eftir við hús, so vit kunnu hoyra og síggja okkum sjálvi, tey vit ferðast saman við og møta, hoyra umhvørvið – ja, hoyra lívið í tess ovurstóra fjølbroytni og ríkidømi.

Økið við Toftavatn er vakurt og hugtakandi  LES ALLA RØÐUNA HER https://nes.fo/hugnalig-loeta-vid-toftavatn/