Skip to main content

Hoyr podcast: Áhugaverd samrøða við Jákup Magnussen, radio dj

Mikrofonin er eitt podcast sum Búi Tyril sendir annan hvønn fríggjadag. Har eru samrøður sum ikki tú hoyrir aðrastaðni: Hesafer er tað samrøða við Jákup ‘Disco Beiggjon’ Magnussen. Búi Tyril er.

 

At Jákup Magnussen, radio dj og vertur í sendingini Plátubarrin, hevur Føroya bestu útvarpsrødd, munu helst fleiri vera samd um. Men hann er eisini útbúgvin sum journalistur og sleppur — ólíkt teimum sum arbeiða á tíðindaredaktiónini á Kringvarpinum — at seta neyðuga tíð av til at seta seg inn í tey evnir hann dekkar; tí hann er nevniliga ikki bundin av dagligum tíðinda deadline’um. Plátubarrin er nevniliga ein væl researchað sending. Jákup hevur meiningar um ymiskt, frá roykiforboðum og undirsjóvartunlum til samfelagsviðurskifti og filosofiskar spurningar um lívið og tilveruna. Hvussu broyttist tónleikurin frá seinnu helvt av 1970unum og upp gjøgnum 1980ini? Átti Kringvarp Føroya at havt eina náttarsending har fólk sum ikki fáa sovið ella av øðrum orsøkum eru uppi á náttartíð, kunnu ringja inn, kanska anonymt, og tosa um hvat tað skal vera? Eru støk fólk órímiliga nógv fyri vanbýti? Disco Beiggjon hevur bæði eitt og annað áhugavert upp á hjarta.

Hoyr samrøðuna við at trysta HER https://mikrofonin.podbean.com/e/utvarp-tonleikur-og-tunlar-jakup-disco-beiggjon-magnussen-um-livi%c3%b0-sum-stakur-platuvendari/