Skip to main content

Runavík eigur næstformannin: Hasir báðir kustarnir eru ikki nýggir

Hasir báðir kustarnir eru ikki nýggir, men teir gomlu plagdu nú at finna krókarnar.

Alt árið 2016 sótu vit báðir Heðin í leiðslu Kommunufelagsins, í júst somu positiónum, og samstarvið var fyrimyndarligt, hóast vit av góðum grundum ikki eru samdir í øllum lutum.

Sjálvur átti eg uppskotið um at velja Heðin Mortensen til formann í felagnum næstu tvey árini.

At semja var um hetta valið, og um valið av nevndarlimum í KAF - Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum - var ein týðandi leikur á fundinum í dag og fyri framtíðar virki felagsins.

Torbjørn Jacobsen.