Skip to main content

Gøta: Rannvá nýggjur leiðari á Gjáa

Eysturkommuna hevur sett Rannvu Reginsdóttir Hentze í starv sum leiðara á Gjáa við Gøtugjógv.

Rannvá er útbúgvin námsfrøðingur og hevur síðan 2017 virkað sum varaleiðari á Gjáa.

Rannvá avloysir Dagbjørt Ó. Hansen, sum hevur verið leiðari á Gjáa síðan 2011.

Rannvá byrjar í nýggja starvinum 1. november 2022.