Skip to main content

Gøta: NÝGGJUR HJÁLPARVENJARI HJÁ BETRI MONNUM

Rasmus Nolsøe er settur sum nýggjur hjálparvenjari hjá Jóhan Peturi Poulsen.

Rasmus er Tvørámaður og spældi sínar fyrstu dystir í bestu deildini fyri TB, har hann m.a. skoraði sítt fyrsta mál fyri besta liðuð ímóti júst GÍ í steypadysti í 2001. Rasmus er sonur navnframa Ásmund Nolsøe, annan av Nolsøe tvíburðunum, sum spældu við TB liðnum, sum var í velmaktini síðst í 70unum og fyrst í 80unum.

Nú er Rasmus búsitandi í Havn, og hevur hann eisini leikt nógvar dystir fyri besta liðið hjá HB, har hann eisini hevur verið hjálparvenjari hjá besta liðnum - seinast í 2019.

Vit ynskja Rasmusi hjartaliga vælkomnum, og gleða okkum til spennandi samstarv. Samstundis vilja vit takka Svenn Olsen fyri hansara arbeiði sum hjálparvenjari seinasta árið.