Skip to main content

Gøta: Næmingar í Eysturkommunu samlað 25.000 kr til Ukraina

Fríggjadagin 11. mars skipaðu 3. flokkarnir í skúlanum í Eysturkommunu fyri sølu av pitsasniglum og pylsubreyðum. Fólk vóru røsk at stuðla, so sølan gekk avbera væl. Tiltakið gav góðar 16.000 kr., sum skuldu latast Reyða Krossi og teirra neyðhjálpararbeiði í Ukraina.

Eisini høvdu nakrir næmingar í 1. og 2. flokki saman við foreldrunum skipað fyri fløskuinnsavnan í Leirvik til sama endamál. Hetta gav knappar 9.000 kr.

Í gjár, 18. mars, var Per Jacobsen frá Reyða Kross í skúlanum í Leirvík fyri at taka ímóti pengunum. Hann greiddi frá arbeiðinum hjá Reyða Krossi og takkaði hjartaliga fyri stuðulin, sum næmingarnir høvdu latið.

eysturkommuna.fo