Skip to main content

Gøta: HANS ANDRIAS SKAL MENNA UNGU KVINNURNAR

Víkingur hevur sett Hans Andrias Olsen sum høvuðsábyrgdara av U16 gentum og 1. deild kvinnum.

Gentukappingin er til kappingarárið 2022 umskipað, soleiðis at U16 kemur í staðin fyri U15 og U18, og so koma leikararnir, ið eru fyltar 15ár, at leika við Betri og 1. deild kvinnum eisini.

Hans Andrias kemur, saman við øðrum, at venja bæði liðini, samstundis sum at hann skal standa á odda fyri at menna okkara ungu leikarar, og at fyrireika tær til vaksmannafótbólt. Við Hans Andriasi víðka vit um toymið á kvinnusíðuni.

Hans Andrias er úr Klaksvík, livir saman við Norðragøtukvinnu og búsitandi í Funningsfirði. Hann er útbugvin námsfrøðingur, men hevur eisini royndir sum venjari, m.a. sum venjari hjá 1. deild monnum og hjálparvenjari hjá Betri monnum hjá KÍ. Seinnu hálvu í fjør var Hans Andrias høvuðsungdómsvenjari hjá MB.

Vit ynskja Hans Andriasi vælkomnum og síggja fram til gott samstarv

Víkingur skrivar hetta á facebook-vanga teirra.