Skip to main content

Gøta: 12 ára gamli Jónas vann 2. pláss í Nordic Open

Ungi rógvarin Jónas Glerfoss Hansson úr kappróðrarfelagnum Tindi pressaði seg herfyri fram til eitt 2. pláss í norðurlendsku kappingini Nordic Open. Í hesum sambandi varð skipað fyri móttøku á Báta- og Listasavninum í Leirvík leygarkvøldið fyri at heiðra 12 ára gamla rógvaranum.

Hetta er næsta árið, at Jónas rør, og hevur hann tikið seg nógv fram. Hann tók eisini annaðplássið á DM í ár, men slapp tíverri ikki við til FM vegna sjúku. Hann kemur tó sterkt aftur á føroyska pallinum.

Norðurlendska kappingin hevði luttakarar úr Íslandi, Danmark, Svørríki, Finlandi og Litava, og Jónas var einasti føroyingurin við. Talan er um innandura rógving, og kappingin er skipað online. Jónas sat á rógvimaskinu í Hov í Suðuroynni og kundi á maskinuni síggja sína egnu støðu saman við 1. og 2. plássið. Tá teir 3 minuttirnir vóru av, var Jónas bert 4 metrar aftanfyri vinnaran.

– Takk Jónas, skrivar Kappróðrarfelagið Tindur á Facebook um vikuskifti. Tú gav okkum stóran spenning í dag til rógving í NM og silvur vann tú, 4 metur aftan nr 1, eitt sera flott úrslit.

Útlendskir viðmerkjarar stóðu undrandi yvir avrikið hjá unga føroyinginum og hildu, at hetta landið mátti vitjast.

Fleiri myndir HER https://www.eysturkommuna.fo/12-ara-gamli-jonas-vann-2-plass-i-nordic-open/