Skip to main content

Gjógv: Bara gjáarfólk skulu hava atgongd til ruskbingjuna við Gjógv

Sunda kommuna hevur samtykt at flyta bingjuna, sum er til gjáarfólk, læsa hana inni, og geva fólki lykil, so tey kunnu sleppa av við tað stóra ruskið.

Tað skrivar Sigmar Bláberg á kvf.fo.

Í framtíðini mugu fólk, sum eru á vitjan við Gjógv, sjálvi syrgja fyri, at húsarhaldsburturkastið verður beint burtur.

Sunda kommuna hevur samtykt at flyta bingjuna, sum er til Gjáarfólk, læsa hana inni og geva fólki lykil, so tey kunnu sleppa av við ruskið.

Í løtuni krevur binguplássið sera nógvar ábøtur, tí brim fer illa við garðinum. Tí er ætlanin at flyta bingjuplássið niðan á campingøkið.

Harumframt verður bingjan í høvuðsheitum brúkt til húsarhaldsrusk frá fólki, sum ikki eru fastbúgvandi við Gjógv. Og tí skal bingjan læsast, og einans fastbúgvandi íbúgvar skulu hava lykil. 

- Vit ætla at syrgja soleiðis fyri, at tey, sum búgva við Gjógv, fáa atgongd til bingjuna, soleiðis at tey sleppa av við tað stóra ruskið, sum tey munnu hava. Bingjan er ikki ætlað húsarhaldsruskið, sigur formaðurin í teknisku nevnd og leggur afturat, at  - les alt HER https://kvf.fo/greinar/2022/06/28/bara-gjaarfolk-skulu-hava-atgongd-til-ruskbingjuna-vid-gjogv