Skip to main content

Funningur: Tað var gott at vaksa upp í Funningi

Røða, sum Sigmar Bláberg helt í Funningi, tá jólatræið í bygdini varð tendrað sunnukvøldið.

Vit eru aftur komin til 1. sunnudag í atvent, og vit vita, at tá líður til jóla.
 
Nú byrja jólini nógv fyrr enn tey gjørdu tá eg vaks upp í Funningi, og longu seinast í oktober byrja fólk at gera klárt.
 
Kanska hoyrir tað tíðini til, men ofta kann ein undrast á at tað nýtist at vera so tíðliga. Tí árið í Føroyum er nú á tremur av tiltøkum av ymsum slag.
 
Tað var gott at vaksa upp í Funningi. Okkara spæl var alla tíðina rørsla, og vit høvdu stórt øki at vera í, líka av Flesjum og út til Vesturdalsá. Og ikki var óvanligt at vera á fjalli í øllum hagapørtunum sum hoyrdu til bygdina.
 
Í bygdini og tætt við bygdina var eisini nógv at taka sær fyri. Um sumrarnar vóru vit nógv í Eyrholinum, sum var omanfyri Dansistovuna. Har gjørdu vit vegir og koyrdu nógv við bilum av ymsum slag. Vit vóru ávirkaðir av vegagerðini sum tá var av Eiði til Funnings og síðani til Gjáar.
 
Tað hendi nógv, og nógvir mans vóru partur av vegagerðini. Tað var heldur ikki óvanligt, at vit sum smádreingir gingu niðan í vegin, har fólk var, fyri at síggja framburðin.
 
Fyri at venda aftur til spælið í Eyrholinum, sum nú er tilgrógvið, so vóru tað ikki bert vegir og bilar sum vit høvdu. Niðanfyri var Ritupisuhylurin, har nógvar ritupisur vóru. Hann mátti víkja fyri framburði og húsabygging. Hann var eisini nýttur til at sigla við bátum í.
 
Og høvdu vit hug at fara eitt sindur longur frá húsum, so gingu vit niðan á Roysnisstein, sum er undir Hvíthamri og kluvu uppá hann. Hann kundi vera ringur at koma uppá, men tað gekk sum oftast, ella hjálptust vit at.
 
Tað er eisini stuttligt at minnast aftur á tíðina við Árnastein. Har hekk lína, so til bar at fara upp á steinin alt summarið. Tá var loyvt at skjóta fugl, og tá teir vórðu hagreiddir, fingu vit beinini, sum síðani vóru sett í røkur á Árnasteini. Tað vóru eisini spennandi og stuttligir dagar.
 
Tá heystið var, spældu vit við horn. Tað var eisini stuttligt. Í flestu húsum vóru horn, so allir høvdu nøkur. Men vanligt var eisini at ganga hús úr húsi at biðja um horn, tá seyðarhøvdini vóru sviðin, so tað var parturin av spælinum um heystið.
 
Fyri at venda aftur til jólini, so vóru tey ikki tey somu sum nú.
 
Vit royndu at gera jólanissur í skúlanum, sum vit kundu taka heim við, ella at hanga upp á veggin í skúlastovuni. Tað var bara tann eina skúlastovan, hóast flokkarnir vóru tríggir.
 
Tá jólaaftan nærkaðist, fóru mammurnar at baka, og annars at gera klárt til jóla.
 
Tá ótu vit aftansfisk jólaaftan – ræstan fisk og sperðil á middegi, og so greyt um kvøldið.
 
Jólaaftan var vanligur arbeiðsdagur, og eg minnst at onkrir menn veltu nøkur fløg, tí tað var alt arbeiði eftir høvuðsarbeiðinum, sum hjá teimum allar flestu var á sjónum, og tí vistu teir sjálvdan nær teir vóru heima.
 
Jólaaftan fingu vit altíð nøkur oyru eyka, sum vit kundu keypa fyri.
 
Klokkan seks um kvøldið, jólaaftan, var arbeiðsdagurin av. Tá varð kimað í kirkjuni, og sum leið á kvøldið fall friður yvir bygdina.
 
Tað var í tíðini tá “vippuvindeyguni” ikki vóru uppfunnin, men sprossar vóru í øllum vindeygum.
 
Og tað var nógv gjørt burturúr við at seta livandi ljós í vindeyguni. Tað vóru bara livandi ljós, tí elektrisku ljósini sum vit kenna í dag, vóru ikki komin – ongar ljósketur vóru.
 
Eitt sum eg minnst, og sum kanska er ein stórur munur í mun til í dag, so bundu allar konur, og seldu troyggjur, hosur og vøttir til handlar aðrastaðni.
 
Eg minnist at nógvar konur lótu bundnu lutirnar til Seglhúsið í Klaksvík, og uppundir jól kom góðgæti, appelsinir, súreplir, fruktblikk og annað til Funnings. Tað kom til okkara, og saman við var eitt bræv, har nøvnini á konunum stóðu, og so var tað okkara uppgáva at býta tað sum kom sundur ímillum húsini, og so bera tað upp á pláss. Tað kom ofta væl við, tí pengarnir vóru ikki nógvir.
 
Jólakvøld var dansað um jólatræið í skúlastovuni, og børnini fingu kramarhús við bommum. Tað var eisini eitt gott og hugnaligt kvøld.
 
Dansistovan var nógv nýtt í uppvøkstrinum. Har var bæði føroyskur og enskur dansur, og ofta var sjónleikur spældur. Tað komu fólk allastaðni frá at dansa og at hyggja.
 
Nú verður arbeitt við at gera Dansistovuna í stand, og tað er at fegnast um, tí hon var illa farin.
 
Nú eru yvir 50 ár, síðani eg flutti úr Funningi.
 
Nú eg havið hugsað um kvøldið, kom sálmurin sum vit ofta syngja hesa tíðina í hugan: “Føgur er foldin”.
 
Ørindi 2 ljóðar soleiðis:
 
Øldirnar fara, øldir munnu koma,
ætt eftir ætt søkkur undir mold,
ongantíð tagnar, ljóðið av himli,
sum gleðir sálir her á fold
 
Við ynskinum um eini góð og gleðilig jól.
 
Takk fyri.

Mynd: Adrian Dalsá