Skip to main content

Fuglafjørður: P/F Toftanes, sum ikki er til, fekk 3.262.500 krónur

Íbúðarbygging í leysum lofti

Nógv seinkaða íbúðarbyggingin í Fuglafirði fer at kosta kommunukassanum 30 milliónir krónur. Fyrstu milliónirnar eru longu goldnar einum felag, sum ongantíð hevur verið til.

Sí innslag í Dagur & Viku HER https://kvf.fo/netvarp/sv/2023/02/24/ibudarbygging-i-leysum-lofti

Á sumri 2020 keypti Fuglafjarðar Kommuna seks íbúðir, sum kommunan skal leiga út til fólk í kommununi, 60 ár og eldri. Íbúðirnar eru partur av eini nýggjari íbúðarbygging í býnum, har tilsamans 18 leiguíbúðir skulu byggjast.

Endaliga skeytið um tær seks íbúðirnar er undirskrivað av Sonna á Horni, táverandi borgarstjóra, og Eyðfinn Reyðberg, umboðandi P/F Toftanes, 2. juli 2020.

Sambært skeytinum kosta tær seks íbúðirnar tilsamans 13,05 milliónir krónur. Ein fjórðingur av prísinum, 3.262.500 krónur, skal gjaldast beinanvegin.

P/F Toftanes er tó ikki til og hevur ongantíð verið til. Tað váttar Skráseting Føroya.

Av ymsum orsøkum verður íbúðarætlanin flutt á eitt annað stykki við síðuna av, sum sp/f Toftanes 2 keypir frá kommununi seinni.

LES ALLA GREININA HER https://kvf.fo/netvarp/sv/2023/02/24/ibudarbygging-i-leysum-lofti