Skip to main content

Fuglafjørður: Nýtt starvsfólk á teknisku deild

Hervið verður kunnað um, at Harley Joensen úr Fuglafirði, byrjar í starvinum sum málsviðgeri á teknisku deild hjá Fuglafjarðar kommunu frá 1. marts at rokna.

Harley er 47 ár og giftur við Haidi T. Joensen. Saman eiga tey 5 børn í aldrinum frá 9 til 24 ár.

Útbúgvingar
Harley hevur hollar útbúgvingar at vísa á. Hann er útbygvin húsamiður, byggifrøðingur og kloakkmeistari.
Royndir
Harley hevur hollar starvs-, og leiðsluroyndir innan tekniska økið frá privatari ráðgevandi fyritøku innan somu økir.
Prosjektering, fakeftirlit og byggileiðslu hevur Harley eisini royndir við, umframt at hava viðkomandi skeiðir innan kloakkering, og royndir í at málsviðgera teknisk mál fyri aðra kommunu.
Eisini hevur hann undirvíst á Glasi.
Fuglafjarðar kommuna bjóðar Harley Joensen at vera vælkomnan at arbeiða á teknisku deild sum málsviðgeri.