Skip to main content

Fuglafjørður: Jóan Paula Jacobsen heldur fram

Vit kunnu fegnast um, at hava longt sáttmálan við 3 árum, við okkara høvuðs ungdómsvenjara, Jóan Paula Jacobsen.

Jóan Pauli hevur seinastu 5 árini, gjórt eitt megnar arbeiði fyri okkara barna- og ungdóms fótbólt. Tí gleðir tað okkum almikið, at góða kósin heldur fram.

Leggjast kann afturat, at Høgni Zachariassen, frá komandi ár, er settur sum hjálpar ungdómsvenjari.

Tað skrivar IF á heimasíðu síni.