Skip to main content

Fuglafjørður: Januarjazzur

Januarjazzur

Vælkomin til tvey deilig jazzinspirerað konsertkvøld við forkunnugum løttum rættum í Mentanarhúsinum. Vit hava sett tvær góðar pulskonsertir á skrá í tí myrku vetrartíð, 22. og 29. januar, og hesaferð ber til at bíleggja mat frammanundan konsertunum.

Tað er ein av Vínkúllunum, sum stendur fyri matinum og vínskránni, og borðreitt verður við tveimum nýhugsaðum rættum við rávøru úr nærumhvørvinum og drykkivøru, ið hóskar til

Konsertirnar kosta kr. 150 hvør. Bíleggja tit mat áðrenn, fáa tit bæði mat og tónleik fyri kr. 250. Drykkivørur verða bílagdar í húsinum. Konsertirnar byrja kl. 20, men húsið letur upp kl. 18. Komið í góðari tíð til eitt hugnaligt prát við onkrum góðum afturvið.

Konsertirnar eru partur av norðurlendska Puls samstarvinum,  https://puls.nordiskkulturfond.org, sum merkir, at umframt eitt gott føroyskt navn, verður ein norðurlendskur artistur við á konsertini.

NATHALIA FLÓREZ TRIO

Danska sangarinnan og sangskrivarin, Nathalia Flórez, fer nú undir fyrstu konsertferð sína í Føroyum. Nathalia er uppvaksin á Fanø. Pápi hennara er úr Brasil og mamman suðuroyingur. Leingi hevur hon havt ætlanir um at koma hendanvegin at framføra . Við sær á hesa konsertferð hevur hon tikið kontrabassistin Niklas Emborg Gjersøe og gittarleikaran Thomas Brunbjerg.

Fyrsta fløga hennara, I aftenens sidste minutter, kom út í 2019 og fekk góð ummælir. Tað er ein persónlig tíðarmynd við einum norðurlendskum ljóði, við íblástri úr fólkatónleiki í Fanø, men við jazzutari rødd og kompositión. Miðskeiðis í januar 2021 kemur Nathalia Flórez við nýggjari útgávu, sum vit helst hoyra brot úr.

heimasíða: Nathaliaflorez.dk

Facebook: @NathaliaFlorezMusik

Instagram: Nathalia_Florez_