Skip to main content

Úr Fuglafirði: Gunnar Christiansen hevur gjørt ein tvey ára sáttmála

Í kvøld kann ÍF kunngerða at Gunnar Christiansen hevur gjørt ein tvey ára sáttmála. Gunnar er uppvaksin í KÍ, har hann í 2020 spældi á 1. Deildarliðnum.  Gunnar er ikki ókendur á ÍF liðnum! Hann hevur nemliga umboða ÍF í 4 ár frá 2016 til 2019.

Til samans hevur Gunnar spælt 57 dystir í bestu deildini í Føroyum.