Skip to main content

Flaggdagur í Runavík

Mánadagin 25. apríl kl. 16 verður skipað fyri flaggdagshaldi í Runavík.

Sum vant verður flaggdagshaldið við Skótahúsið við Løkin.
Skótar og ítróttarfeløg ganga skrúðgongu, og Nes Sóknar Musikkfelag spælir. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, býður vælkomin. Síðani heldur Brynhild Thomsen, flaggdagsrøðuna.

Aftaná verður ein drekkamuður í skótahúsinum, og høvi verður at spæla kondibingo, sum skótarnir skipa fyri.

Ítróttarfeløg og skótar hittast 15.30 við Skúlan við Løkin.