Skip to main content

Fiskivinna í Eysturoynni: Tróndur í Gøtu larmar minni

Tróndur í Gøtu hevur ligið á skipasmiðjuni hjá Mest á Skála í fýra vikur, har tveir ljóðpottar til ljósmotorar eru skiftir út. Annar ljósmotorurin, sum hevur fingið nýggjan ljóðpott, er 1.110 KW, og tann størri er 1.480 KW. Arbeiðið kostaði 1,2 milliónir krónur.

Tróndur varð bygdur í 2010. Tá, fyri 12 árum síðan, var standardurin 35 dB ljóðpottar til ljósmotorar. Eisini innan hetta økið fer nógv menning og nýskapan fram. Nýggju ljóðpottarnir eru 45 dB og ljóðdoyva nógv betur enn teir gomlu. Hetta løgdu fleiri fólk merki til á Tvøroyri í morgun.

Skiparin er fegin um arbeiðið, sum Mest hevur gjørt, og at teir fingu loyst á Skála leygardagin 23 apríl.