Skip to main content

Fiskamarknaðurin: Trý frystilínuskip eru undir Føroyum og eitt er í altjóða sjógvi

METING FYRI VIKU 32, 2022

Samandráttur.

Línuskip. Øll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju, men helst fer okkurt avstað í næstum. Trý frystilínuskip eru undir Føroyum og eitt er í altjóða sjógvi.

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur og veðri verður umskiftandi, so vit vanta ikki nógvan útróður. Fiskaríið er smáligt.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu og kemur vantandi at landa í vikuni. Hann er í bretskum sjógvi.  Ein liggur við bryggju.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Trý pør fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tað eina parið fiskar svartkalva.