Skip to main content

Finnur heldur fram í Víkingi

Finnur Justinussen hevur longt sáttmálan við Víkingi við tveimum árum
Vit kenna øll til førleikarnar hjá Finni. Við sínum 134 málum er Finnur mest skorandi leikarin fyri besta liðið hjá Víkingi.
Finnur var óheppin at slíta krossbandi tíðliga í ár, men vit vóna at hann skjótt verður at síggja aftur á vøllinum, og tað gleða vit okkum til!