Skip to main content

Funningur: Hygg her eftir filminum "Starin í stovuni"

Tað er ivaleyst ein ætlan við lívinum, men nógv óætlað kemur á teg í lívinum, bara tú hevur skrúvuna í vatninum. Kommunan hýsti Høgna Mohr sum skrivandi manni í Ólvustovu í Funningi fyri nøkrum vetrum síðan. Vitjaði hann onkuntíð, og eg skilti á lagnum, at Jógvan Højsted tíðum vitjaði hann. Báðir originalar í breiðastu og bestu merking. Einaferð fór Høgni av bygdini aftur, men hendan tíðin (nakrir mánaðir) hevur eftir øllum at døma fest seg dygt undir húðuni á honum.

Einaferð tíðliga í fjør (2022) stendur ein prúður operasangari í hurðini á Kommunuskrivstovuni í Heiðunum. Rúni Brattaberg. Hann er hálvur funningsmaður og Jógvan er morbróður hansara. Árni var við honum. Og hóast ørindini vóru eini heilt onnur, vísti hann mær nakrar livandi myndir av endurreisingini av Ólvustovu. Á telefonini. Tá kom hugskotið upp, um at gera okkurt við hetta, og vit gjørdust skjótt samdir um at spyrja Høgna, um hann kundi taka sær av hesum, at visualisera og gera eina søgu burturúr hesum. Hann lat sær ikki siga. Longu leygardagin hin 5. november var frumsýning í Løkshøll, býarskái var, og øll funningsbygd var boðin.

Í kvøld var stutta kykmyndin - Starin í stovuni - sýnd í sjónvarpinum. Filmurin, sum skuldi snúgva seg um Ólvustovu, kom nú at snúgva seg um hana og so mangt annað. Farið varð út á villar víddir, og vit fingu eina góða hóming av, hvat ið ein bygdamaður - í hesum førinum væl omanfyri 80 ár - hugsar um, umframt tað, sum skal til fyri at hóra undan kropsliga.

Kringvarp Føroya eigur stórt rós uppiborið fyri at taka so væl ímóti hugskotinum, og tøkk fyri alla ta hjálp, sum Høgni Mohr fekk á hesari kykmyndaferðini.

Tað skrivar Tobbi á facebook-vanga sínum.