Skip to main content

Strendur: Fara at gera tilmeldingarlista til grundstykki

Eftirspurningurin eftir grundstykki í Sjóvar kommunu er ógvuliga stórur, og vit fáa dagliga áheitinir frá fólki, sum ynskja at keypa eitt stykki.

Tvær stórar útstykkingar við tilsamans 52 grundstykkjum vórðu gjørdar í 2019, og tey stykkini vórðu seld eftir stuttari tíð. Síðani hava bert hendinga stykki verið til sølu.

Ásannandi, at galdandi skipan fyri at fáa grundstykki í Sjóvar kommunu er heldur trek, er avgerð tikin um, at møguleiki skal vera fyri at seta seg á bíðilista til tey stykki, sum koma inn aftur til kommununa.

Frá mánadegnum 3. januar 2022 verður tí møguligt at skriva seg upp til grundstykki.

Treytirnar eru hesar:

·         Tú skalt vera fylt/ur 18 ár

·         Teldupostur við navni, adressu, telefonnummari, teldupostadressu og føðingardegi skal sendast til [email protected].

·         Í umsóknini skal standa, hvar í kommununi tú ynskir stykki, ella um tú ikki hevur serligt ynski um, hvar stykkið skal vera.

·         Tilmeldingar, sum eru sendar okkum fyri 3. januar 2022, koma ikki á listan.

·         Tá eitt grundstykki er tøkt, verður teldupostur sendur tí fyrsta á listanum. Hava vit ikki fingið svar í seinasta lagi tveir dagar eftir, at telduposturin er sendur, verður skrivað til næsta á listanum.

·         Tá umsøkjari hevur fingið tríggjar møguleikar fyri at fáa grundstykki, men ikki hevur tikið av, verður viðkomandi settur aftast á listan.