Skip to main content

Eysturoyggin: Eldraráðið skipar fyri kunnandi fundi og hugnaløtu á Strondum

 

Eldraráðið skipar fyri kunnandi fundi, um arbeiðið hjá ráðnum, fyri eldru borgarnar á Strondum og Innan Glyvur.
 
Fundurin verður týsdagin 1. mars 2022 klokkan 19.00 í bygdahúsinum á Strondum.

Tað er ikki neyðugt at geva boð um luttøku.

Elin Henriksen hugleiðir um ymiskt.

Aftaná fundin og hugleiðingina hjá Elini verður hugnaløta, har vit fáa ein kaffimunn við kakum, syngja nakrar sangir, fáa eitt prát og lurta eftir hugskotum frá borgarnum.

Vit heita á tykkum ungu um, at geva teimum eldru boð um henda møguleikan og siga teimum, at øll frá 60 ára aldri eru vælkomin til tiltakið.

Vinalig heilsan
ELDRARÁÐIÐ FYRI ROÐAN