Skip to main content

Eysturoyggin eigur nú formannin í Kommunufelagnum

Tórbjørn Jacobsen er nú formaður í Kommunufelagnum.

Hann hevur næstformaður, og formaðurin, Heðin Mortensen, er nú næstformaður.

Broytingin í formansskapinum er partur av politiskari avtalu í Kommunufelagnum.

Hálvt valskeið í part

Tá stýrið í Kommunufelagum skipaði seg eftir seinasta kommunuval, var avgjørt, hvussu formansskapurin skuldi vera mannaður tey fýra árini í valskeiðnum.

Tá var eisini avtalað, at Heðin Mortensen skuldi vera formaður fyrru helvt av valskeiðinum, og Tórbjørn Jacobsen næstformaður, og at teir báðir skuldu býta um, tá valskeiðið var hálvrunnið.

Sambært nýggja formanninum, Tórbirni Jacobsen, hevur tað stóran týdning, at kommunurnar, hóast ymiskar í stødd og vavi, halda fast við góða arbeiðslagið, tí stórmál liggja fyri framman, sum kunnu hava stóra ávirkan á kommunala geiran.