Skip to main content

Eysturoy: Servand herdeild við Skálafjørðin

Tað finst ein servand herdeild við Skálafjørðin, ið sum lið er somikið ósjónlig í gerandisdegnum, at til ber at siga, at hon flýgur undir radaranum.

Men, táið nógv stendur á hjá øðrum - og heilt illa vil til - og dirvi, samstarv og fakligur kunnleiki skal til fyri at røkka sum frægast á mál í eini vandastøðu, tá er Skálafjarðar Sløkkilið har. Tað vita vit - tað er okkara tryggleiki.

Sum aðrar staðir ganga tað eisini sosialiseringsprocessir ymsar vegir í sløkkiliðnum. M.a. verður nógv sungið og sleppa tveir musikarar og borgarstjórarnir (stjórnarlimir) uppí part.

Í morgun var útvarpað frá guðstænastuni í Sjóvar kirkju og heitt var á Sløkkiliðskórið um at syngja tveir sangir. Hvussu tað ljóðaði mega onnur døma um, men takast kann ikki frá okkum, at vit sungu av heilum huga.

ES: Brandmajorurin SH fekk ikki møtt í dag, um onkur skuldi fregnast eftir honum. Sum tey flestu vita plagar hann ikki at leypa av, táið á stendur.

Tað skrivar Tobbi á facebook-vanga sínum í dag.

Tað er Tobbi sum eigur myndina og fleiri kunnu síggjast HER https://www.facebook.com/photo/?fbid=10160047563811092&set=pcb.10160047576461092