Skip to main content

Eysturoy/Lesarabræv hjá Gunnar Restorff: Gøtudalstunnilin

Gøtudalstunnilin

Eg havi í áravís roynt at talað fyri at gera ein tunnil úr rundkoyringini í Gøtudali inn millum fjarða. Uttan sjálvur at fáa serliga nógva gleði av honum, so haldi eg, at hetta hevði verið ein tann íløgan í samferðsluna - í mun til kostnaðin - har vit høvdu fingið mest fyri peningin í trygd, komforti og betri trivnaði í bygdum á leiðini.

Landsverk hevur kannað nógvar ymsar loysnir, og av teimum er tað hendan loysnin, teir viðmæla - og teir viðmæla, at hon verður raðfest heilt frammarlaga. Kostnaðarmetingin í 2018 var millum 284 og 346 mió. krónur fyri tunnilin og vegagerð í sambandi við tunnilin. Um tað ikki bara skal bøtast um vegin gjøgnum Skálafjørð (Skálabotn) og ein umkoyring um Skálafjørð (Skálabotn) skal gerast í staðin, so kostar tað 60 mió. eyka.

Hetta hevði m.a. gjørt at:

1) fólk í Norðurøkinum (Leirvík, Norðragøtu, Kambsdali, Fuglafirði og Norðuroyggjunum) høvdu havt munandi styttri tíð at komið til t.d. Havnar,

2) meginparturin av ferðsluni úr hesum økjum til Havnar hevði farið umvegis vestara arm av Skálafjørðinum. Harvið høvdu fólk norðanfyri bert í minni mun brúkt Gøtueiði, ið ikki er optimalt í hálku og stormi. Harvið hevði ferðslan gjøgnum bygt øki við Gøtugjógv, í Søldarfirði, á Glyvrum, í Saltangará og í Runavík ikki verið so stór, sum hon nú verður.

3) Hetta hevði gjørt tað tryggari fyri tey sum liva og virka í hesum bygdu økjunum og bøtt um trivnaðin hjá hópin av familjum, ið í dag búgva tætt upp at hesi høvuðsæðr ella hava børn, ið dagliga skulu ganga framvið og tvørturum hesar leiðir við Norðragøtu, Gøtugjógv, Syðrugøtu, Søldarfjørð, Glyvrar, Saltangará og Runavík (umframt Skipanes og Undir Gøtueiði høvdu sloppið eitt mildari).

4) Hetta hevði eisini bøtt munandi um trygdina hjá øllum teimum, ið koyra hendan teinin. Partvíst tí færri brúktu Gøtueiði, men serliga eisini av tí at tað er bara eitt faktum, at tess fleiri íbindingar eru í eina høvuðsferðsluæðr og fleiri fólk eru framviðvegnum og fara yvirum vegin, tess fleiri vanlukkur henda. Í dag, tá tú koyrir frá rundkoyringini í Gøtudali til rundkoyringina á Hvítanesi eru sera, sera nógvar tilkoyring inn á hesa høvuðsleið.

Fert tú eftir eystara armi, so eru á leið:

- 37 stórar tilkoyringar,

- 57 minni tilkoyringar,

- 73 privatútkoyringar (har fólk typiskt bakka út),

- 4 rundkoyringar,

- harumframt hópin av parkeringsbásum allan vegin gjøgnum Glyvrar, Saltangará og Runavík,

- nógvir gonguteigar umframt

- fleiri stórir busslummar.

Hevði tunnil verið gjørdur úr Gøtudali og vegurin gjøgnum Skálafjørð (Skálabotn) varð bøttur munandi, so høvdu verið á leið:

- 8-9 stórar tilkoyringar,

- 9 minni tilkoyringar,

- eingin privatútkoyringar (har fólk typiskt bakka út),

- 3 rundkoyringar,

- stórt sæð eingir gonguteigar,

- stórt sæð eingi parkeringspláss fram við vegnum og

- bert fáir busslummar.

og hevði umkoyringarvegurin um Skálafjørð (Skálabotn) verið gjørdur, so hevði talið verið eitt vet lægri.

At enda kann eg nevna, at eg havi roynt minutttølini eftir hjá Landsverki fyri sparda tíð frá norðurøkinum til Havnar ein sunnudag seinnapart uttan ferðslu við at brúka ferðpilot og koyra júst mest loyvdu ferðina, og eg meti, at teir hava faktiskt verið væl ov konservativir í mun til, hvussu nógv spart verður, um hesin tunnil kemur og man velur vestaru leið tá í mun til eysturu leið nú.

Kanska kundi ES-tunlar faktiskt fíggjað hendan tunnilin, um landið bert gjørdi umkoyringarvegin í Skálafirði (Skálabotni) og sprændi eitt sindur inn í verkætlanina sum eginfígging. So kundi tað verið íroknað tunnilsgjaldið fyri Eysturoyartunnilin, um man koyrdi gjøgnum báðar, og annars kostað 10 krónur, um man bara skuldi gjøgnum Gøtudalstunnilin.

Men hetta vóru bert nakrar hugleiðingar tíðliga ein leygarmorgun frá einum Havnarmanni, sum neyvan fer at koyra nógv handan vegin óansæð Gott vikuskifti!

 Gunnar Restorff